fredag den 26. juni 2009

Stuðlar

Gríma aftur.
Birita Mohr hevur sjálv tikið stig til hesa verkætlan og við stuðli frá sokallaða ”Triðja Beininum” undir Mentamálaráðnum setur hon Pietá upp undir Grímu navninum.
”Triðja Beinið” er ein stuðulsmøguleiki, sum er oyramerktur yrkissjónleik. Her hava yrkisleikfólk einstaklingavís ella í bólki møguleika at søkja og fremja egnar verkætlanir. Verkætlanir, sum ikki hoyra undir Tjóðpall Føroya.
Við hjálp frá øðrum grunnum og sponsorum letur tað seg fremja í verki. Pietá er tískil óheftur leikur. Spælt verður á Meiarínum í Tórsgøtu við vælvild frá Tjóðpallinum.

Hesi hava stuðlað leikinum Pietá:

Mentamálaráðið - "Triðja Beinið"
Mentanargrunnur Landsins

Tórshavnar Kommuna 100 ár
Tjóðpallur Føroya
Fjølrit
P/F Balslev
Sp/f Sjónband
Vodafone
Føroya Bjór

_________________________________________

PROFILAR:
Dramatikari: Astrid Saalbach
Fødd 1955. Útbúgvin sjónleikarari frá Statens Teaterskole í 1978. Fyrsta leikrit frá hennar hond var hoyrispælið Spor i Sandet frá 1981 og hevur hon síðani skrivað eina ørgrynnu av hoyrispølum, sjónvarpsspølum, sjónleikum, stuttsøgum og skaldsøgum.
Astrid Saalbach er ein av mest framtraðkandi leikhøvundum í sínum ættarliði í Norðurlondum. Hon skrivar í einum veruleikakendum stíli, sum kortini rúmar tað poetiska, surreella og komiska. Tann hugmyndaligi og ítøkiligi veruleiki fáa altíð javnbjóðis pláss í hennara leikum. Uttan at koma við moralskum peikifingri viðgerð Astrid óttan hjá tí modernaða menniskjanum. Tann djúpa eksistentiella óttan, har ruðuleikin valdar og lívslygnurnar fáa fastatøkur. Persónarnir eru fremmandir fyri sær sjálvum, hava so at siga mist sambandið við sítt egna lív og royna krampakent at sleppa sær undan at líta at sær sjálvum. Skræðan má fyri ein hvønn prís haldast bráðvøkur. Og prísurin er kanska, at við ongum bjargingarneti liggur tragedian. Í Føroyum hava vit áður sæð leikir eftir Astrid Saalbach. Leikurin Hin ósjónligi býurin varð síðst í 1980'unum framførdur í sjónleikarahúsinum.

Leikari: Birita Mohr
Fødd 1952. Var ein av teimum fimm, sum í 1977 stovnaðu leikbólkin Grímu.
Í 1984 varð Birita útbúgvin sjónleikari á Leiklistaskóla Islands.
Hon hevur á síni yrkisleið arbeitt sum sjónleikari, leikstjóri og verkleiðari í óteljandi verkum. Í nógv ár við Grímu, síðan við Tjóðpalli Føroya og við nýggjari leikbólkum sum Tvazz og Skift, umframt undirvíst og leikstjórna í Grímu og áhugafeløgum kring landið.
Hon hevur leikt týðandi leiklutir í leikum so sum: Jeppe á Fjallinum, Haturfuglar, Antigone, Feit og fregin, Men størstur er kærleikin, Glataðu spælimennirnir, Royndin - variatiónir yvir Nólsoyar Páll, Húsið hjá Bernardu Alba, Gøtan, Víðopið hjúnarlag, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Móðir Sjeystjørna, Eitur nakað land Weekend? Ginusøgur, Peer Gynt Køksdrotningarnar, Nordost, Í Geyma – bert fyri at nevna nakrar úr rúgvini.
Ein vídd á síni yrkisleið, sum fevnir bæði um teir klassisku sorgarleikirnar til forteljandi leikir og til Commedia Dell'Arte – umframt allar barnaleikirnar, ævintýrini og útileikirnar, hon hevur verið við í.
Á sjónvarpsskíggjanum hava vit sæð Biritu eitt nú í jólakalendaranum Vættranir av Galdralondum frá 1992, umframt hoyrt hennar rødd í eini ørgrynnu av teknifilmum.
Hon hevur eisini í áramál arbeitt í útvarpinum við barna -og ungdómssendingum.
Birita fekk í 2009 Herðaklappið fyri leiklut sín sum Olga í leikinum Nordost.


Leikstjóri Egi Dam
Føddur 1950. Egi var ein av teimum fimm, sum í 1977 stovnaðu fyrsta føroyska yrkissjónleikararbólkin Gríma. Hevur síðani verið knýttur at Gríma/Leikhúsinum Gríma sum sjónleikari, leikstjóri, undirvísari og dramatikari.
Egi hevur nomið sær útbúgving á m.ø. Århus Teaterakademi, Odin Teatret og Institut for Scenkunst. Hevur luttikið í 7 umførum á raddarskeiði hjá Nadine George, The Voice Studio í Føroyum og London.
Egi hevur dramatiserað (skrivað um til leik) m.a. hesar leikir fyri Grímu: Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen, Royndin –variatiónir yvir Nólsoyar Páll,, Móður Sjeystjørna eftir William Heinesen, umframt útileikir á Ólavsøku '91 og '94.
Sum leikstjóri hevur hann bæði leikstjórna fyri Grímu og áhugafeløgum kring landið. Haturfuglar, Brendar Brýr, Móðir Sjeystjørna, Vakurleikadrotningin frá Leane, Gandaferðin (útileikur), umframt mangar aðrar.
Sum leikari í Grímu hevur Egi m.a. havt týðandi leiklutir eitt nú í Kvæðið um Kópakonuna,
Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra, Men størstur er kærleikin, Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni, Dreymur Jóansøkunátt, Krypilin frá Innishman, Fótur í hosu, Erasmus Montanus, Verkætlan Laramie.
Í sjónvarpinum mitt í 80'unum munnu flest børn kenna Ega sum Berint - ein av Dólgunum.

Pallmynd og búnar: Marianna Mørkøre
Marianna hevur nomið sær útbúgving innan móta og sniðgeving á Ravensbourne College of Design & Communication í London. Síðan hon fekk prógv í 2004, hevur hon arbeitt nógv tvørfakliga, og flestu av hennara verkætlanum eru gjørdar í samstarvi við dansarar, fotografar, tónleikarar og sniðgevar. Dømi um video- og filmproduktiónir, sum Marianna hevur verið við at skapa, eru Memotekið, Two One Side, Investigations of a Dog, Fragmented Unison
og The Collar Red.
Marianna hevur luttikið á nógvum listaframsýningum og filmsfestivalum, bæði her heima í Føroyum og ymsastaðni í Europa og USA. Hon hevur fingið virðislønir fyri sítt listarliga virksemi, eitt nú Gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum, Honorable Mention The IFCT 2008 fyri besta stuttfilm (The Collar Red) og Topshop's Media & Design Award, Graduation Fashion Week, London, og harumframt eisini verið innstillað til fleiri virðislønir innan video og film.


Ljóssnið og palsmíð: Árni Baldvinsson úr Íslandi.
Føddur 1952. Árni hevur nógvar og drúgvar royndir innan ljósdesign og ljóssetan. Hann hevur í mong ár arbeitt sum ljósdesignari í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík, eitt nú í leikum so sum Silkitrumman, Amadeus, Grasmaðkurin og mongum, mongum øðrum.
Í íslendsku operuni hevur hann m.a. gjørt ljós til Aida, La Traviata og La Boheme.
Í mong ár hevur Árni havt fast starv sum ljósmaður í íslendska ríkissjónvarpinum.
Í Føroyum hevur Árni Baldvinsson gjørt ljós til nógv stórverk á palli. Nevnast kunnu
Eitt Dukkuheim, Sjeyk, Móðir Sjeystjørna, Á krabbasvalanum, Eitur nakað land Weekend?
Ronja Ránsmannadóttir, Sjóveður, Emil úr Lønnebergi, Nordost, Hár, Í Geyma
o.m.a.

Fremmandur maður: Laurits í Króki (L.Í.K.!), Henrik Nielsen

Framleiðsluleiðari: Gunnvá Zachariasen

Hjálparfólk: Gunvør Hofgaard, Mariann Hansen, Elisabeth Olsen, Rakul Thomsen, Kjartan N. Jespersen, Njál H. Jensen

Myndir: Finnur Justinussen
_____________________________________________

Ingen kommentarer:

Send en kommentar