torsdag den 23. juli 2009

Pietá!

Pietà. Kemur av orðinum pietas. Frómleiki. Guðsótti. Miskunn!
Miskunn merkir góðska. Men kaga vit niður í grundtýdningin, merkir mis-kunn ikki at vera kunnaður ella ikki at rokna nøkrum nakað til last. At elska eitt menniskja av heilum hjarta uttan at taka dagar ímillum eginleikar og mistøk annars.
Tí vit hava jú loyvi til at tapa í lottarínum, sigur Ria, høvuðspersónurin í leikinum.

Í listini hevur Pietà verið ein ímynd av Mariu Moy sitandi við sínum deyða soni í fanginum. Hon, sum bar hann í heim, var eisini trúføst til tað síðsta. Hon stóð undir krossinum, tá hann læt lív.
Tá vóru annars nógv av hansara viðhaldsfólkum langt síðani rýmd.
Mater dolorosa kallast myndin av tí syrgjandi mammuni.
Myndin av Mariu við tí deyða Jesusi í føvninginum tók seg fram í 14. øld í Rínøkinum, har katolisisman hevur havt góðan gróðrarbotn í fólkasálini fram til okkara dagar.
Í sjálvari háborgini hjá katolisismuni, í Pæturskirkjuni í Rom, stendur tann gitnasta Pietà. Michelangelo høgdi hana úr marmori í árunum 1497 til 1500. Í 1970’unum bleiv hon álopin og skadd av einum sinnissjúkum manni við hamara, sum segði seg vera Jesus. Men hon stendur enn, tí kærleikin er ikki so at køva.

At Pietà er eitt so kent hugtak í listini er ikki so løgið. Her møta vit tí grundleggjandi í bæði list, vísindi og trúgv. Trongdina til hita, sannleika, góðsku, umsorgan og kærleika.
Listin, sum við sínum skapandi framførslum kann vísa okkum á hetta. Tað veri seg altartalvum, sjónleikum ella poppsangum.
Vísindini, sum ferð eftir ferð vilja vera við, at vit eru her fyri at nøra um okkum sjálv, hóast vit einaferð skulu hvørva úr hesi verð.
Og trúgvin, sum sigur, at góðskan hóast alt er ein veruleiki.

Men hóast pietà ofta í vesturlendskari list sipar til tann deyða Kristus í ørmunum á síni jarðisku móður, hava onnur lænt motivið.
Sigst at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar – málningar av líkum á børu – frá yrkingini ”Pieta” hjá Williami Heinesen frá 1930:

”…Stum i den naadeløse Aftenvind
hun sidder med den Dødes Haand i sin
og stirrer i hans slukte Ansigt ind…”

Eisini nobelvinnarin, Pär Lagerkvist, skrivaði í 1942 í yrkingini ”Pietà”:

”...Pannan är så blek och fårad,
känns som våt av svett.
Vad är det för svårt som hänt dig
sedan vi var ett?...”

Høvuðspersónurin í leikinum er sjálv mamma.
Men hon er ikki mamma mannin í seingini. Hon er heldur ikki nakað halgimenni. Tað kunnu vit ikki øll vera.
Hóast hon kanska heldur ikki er nakar miskunnsamur samáriubúgvi, so vísir hon góðsku og virðing móti manninum, sum hon annars onki veit um.
Pietà! Deyðin er eisini ein veruleiki. Men størri enn deyðin er tráanin eftir hita, góðsku og miskunn…

Theodor E. D. Olsen

torsdag den 2. juli 2009