søndag den 2. august 2009

Fleiri sýningar í august

Enn er møguleiki at síggja leikin...

13. august kl. 20
14. august kl. 20
15. august kl. 20
16. august kl. 20

Atgongumerki á http://www.billett.fo/
Ella bíllegg á tlf. 59 60 64 millum kl. 18 - 20
Atgongumerki seljast eisini við dyrnar undan sýning millum kl. 18 - 20
180 kr.

torsdag den 23. juli 2009

Pietá!

Pietà. Kemur av orðinum pietas. Frómleiki. Guðsótti. Miskunn!
Miskunn merkir góðska. Men kaga vit niður í grundtýdningin, merkir mis-kunn ikki at vera kunnaður ella ikki at rokna nøkrum nakað til last. At elska eitt menniskja av heilum hjarta uttan at taka dagar ímillum eginleikar og mistøk annars.
Tí vit hava jú loyvi til at tapa í lottarínum, sigur Ria, høvuðspersónurin í leikinum.

Í listini hevur Pietà verið ein ímynd av Mariu Moy sitandi við sínum deyða soni í fanginum. Hon, sum bar hann í heim, var eisini trúføst til tað síðsta. Hon stóð undir krossinum, tá hann læt lív.
Tá vóru annars nógv av hansara viðhaldsfólkum langt síðani rýmd.
Mater dolorosa kallast myndin av tí syrgjandi mammuni.
Myndin av Mariu við tí deyða Jesusi í føvninginum tók seg fram í 14. øld í Rínøkinum, har katolisisman hevur havt góðan gróðrarbotn í fólkasálini fram til okkara dagar.
Í sjálvari háborgini hjá katolisismuni, í Pæturskirkjuni í Rom, stendur tann gitnasta Pietà. Michelangelo høgdi hana úr marmori í árunum 1497 til 1500. Í 1970’unum bleiv hon álopin og skadd av einum sinnissjúkum manni við hamara, sum segði seg vera Jesus. Men hon stendur enn, tí kærleikin er ikki so at køva.

At Pietà er eitt so kent hugtak í listini er ikki so løgið. Her møta vit tí grundleggjandi í bæði list, vísindi og trúgv. Trongdina til hita, sannleika, góðsku, umsorgan og kærleika.
Listin, sum við sínum skapandi framførslum kann vísa okkum á hetta. Tað veri seg altartalvum, sjónleikum ella poppsangum.
Vísindini, sum ferð eftir ferð vilja vera við, at vit eru her fyri at nøra um okkum sjálv, hóast vit einaferð skulu hvørva úr hesi verð.
Og trúgvin, sum sigur, at góðskan hóast alt er ein veruleiki.

Men hóast pietà ofta í vesturlendskari list sipar til tann deyða Kristus í ørmunum á síni jarðisku móður, hava onnur lænt motivið.
Sigst at Mikines fekk íblástur til sínar pietàmálningar – málningar av líkum á børu – frá yrkingini ”Pieta” hjá Williami Heinesen frá 1930:

”…Stum i den naadeløse Aftenvind
hun sidder med den Dødes Haand i sin
og stirrer i hans slukte Ansigt ind…”

Eisini nobelvinnarin, Pär Lagerkvist, skrivaði í 1942 í yrkingini ”Pietà”:

”...Pannan är så blek och fårad,
känns som våt av svett.
Vad är det för svårt som hänt dig
sedan vi var ett?...”

Høvuðspersónurin í leikinum er sjálv mamma.
Men hon er ikki mamma mannin í seingini. Hon er heldur ikki nakað halgimenni. Tað kunnu vit ikki øll vera.
Hóast hon kanska heldur ikki er nakar miskunnsamur samáriubúgvi, so vísir hon góðsku og virðing móti manninum, sum hon annars onki veit um.
Pietà! Deyðin er eisini ein veruleiki. Men størri enn deyðin er tráanin eftir hita, góðsku og miskunn…

Theodor E. D. Olsen

torsdag den 2. juli 2009

fredag den 26. juni 2009

Forsøla av atgongumerkjum


Forsøla av atgongumerkjum á http://www.billett.fo/

Kostnaður 160 kr. við keyp á netinum.
Atgongumerki á 180,- verða eisini seld við dyrnar frá kl. 18 - 20 áðrenn hvørja sýning.

Stað: Tjóðpallur Føroya, Tórsgøta 9, Tórshavn


Nær:
25. juli t.o.v. 2. august 2009
6. til 9. august 2009
fleiri sýningar verða lýstar í bløðunum....

Stuðlar

Gríma aftur.
Birita Mohr hevur sjálv tikið stig til hesa verkætlan og við stuðli frá sokallaða ”Triðja Beininum” undir Mentamálaráðnum setur hon Pietá upp undir Grímu navninum.
”Triðja Beinið” er ein stuðulsmøguleiki, sum er oyramerktur yrkissjónleik. Her hava yrkisleikfólk einstaklingavís ella í bólki møguleika at søkja og fremja egnar verkætlanir. Verkætlanir, sum ikki hoyra undir Tjóðpall Føroya.
Við hjálp frá øðrum grunnum og sponsorum letur tað seg fremja í verki. Pietá er tískil óheftur leikur. Spælt verður á Meiarínum í Tórsgøtu við vælvild frá Tjóðpallinum.

Hesi hava stuðlað leikinum Pietá:

Mentamálaráðið - "Triðja Beinið"
Mentanargrunnur Landsins

Tórshavnar Kommuna 100 ár
Tjóðpallur Føroya
Fjølrit
P/F Balslev
Sp/f Sjónband
Vodafone
Føroya Bjór

_________________________________________

PROFILAR:
Dramatikari: Astrid Saalbach
Fødd 1955. Útbúgvin sjónleikarari frá Statens Teaterskole í 1978. Fyrsta leikrit frá hennar hond var hoyrispælið Spor i Sandet frá 1981 og hevur hon síðani skrivað eina ørgrynnu av hoyrispølum, sjónvarpsspølum, sjónleikum, stuttsøgum og skaldsøgum.
Astrid Saalbach er ein av mest framtraðkandi leikhøvundum í sínum ættarliði í Norðurlondum. Hon skrivar í einum veruleikakendum stíli, sum kortini rúmar tað poetiska, surreella og komiska. Tann hugmyndaligi og ítøkiligi veruleiki fáa altíð javnbjóðis pláss í hennara leikum. Uttan at koma við moralskum peikifingri viðgerð Astrid óttan hjá tí modernaða menniskjanum. Tann djúpa eksistentiella óttan, har ruðuleikin valdar og lívslygnurnar fáa fastatøkur. Persónarnir eru fremmandir fyri sær sjálvum, hava so at siga mist sambandið við sítt egna lív og royna krampakent at sleppa sær undan at líta at sær sjálvum. Skræðan má fyri ein hvønn prís haldast bráðvøkur. Og prísurin er kanska, at við ongum bjargingarneti liggur tragedian. Í Føroyum hava vit áður sæð leikir eftir Astrid Saalbach. Leikurin Hin ósjónligi býurin varð síðst í 1980'unum framførdur í sjónleikarahúsinum.

Leikari: Birita Mohr
Fødd 1952. Var ein av teimum fimm, sum í 1977 stovnaðu leikbólkin Grímu.
Í 1984 varð Birita útbúgvin sjónleikari á Leiklistaskóla Islands.
Hon hevur á síni yrkisleið arbeitt sum sjónleikari, leikstjóri og verkleiðari í óteljandi verkum. Í nógv ár við Grímu, síðan við Tjóðpalli Føroya og við nýggjari leikbólkum sum Tvazz og Skift, umframt undirvíst og leikstjórna í Grímu og áhugafeløgum kring landið.
Hon hevur leikt týðandi leiklutir í leikum so sum: Jeppe á Fjallinum, Haturfuglar, Antigone, Feit og fregin, Men størstur er kærleikin, Glataðu spælimennirnir, Royndin - variatiónir yvir Nólsoyar Páll, Húsið hjá Bernardu Alba, Gøtan, Víðopið hjúnarlag, Skøkjurnar ganga fremst inn í Himmalin, Móðir Sjeystjørna, Eitur nakað land Weekend? Ginusøgur, Peer Gynt Køksdrotningarnar, Nordost, Í Geyma – bert fyri at nevna nakrar úr rúgvini.
Ein vídd á síni yrkisleið, sum fevnir bæði um teir klassisku sorgarleikirnar til forteljandi leikir og til Commedia Dell'Arte – umframt allar barnaleikirnar, ævintýrini og útileikirnar, hon hevur verið við í.
Á sjónvarpsskíggjanum hava vit sæð Biritu eitt nú í jólakalendaranum Vættranir av Galdralondum frá 1992, umframt hoyrt hennar rødd í eini ørgrynnu av teknifilmum.
Hon hevur eisini í áramál arbeitt í útvarpinum við barna -og ungdómssendingum.
Birita fekk í 2009 Herðaklappið fyri leiklut sín sum Olga í leikinum Nordost.


Leikstjóri Egi Dam
Føddur 1950. Egi var ein av teimum fimm, sum í 1977 stovnaðu fyrsta føroyska yrkissjónleikararbólkin Gríma. Hevur síðani verið knýttur at Gríma/Leikhúsinum Gríma sum sjónleikari, leikstjóri, undirvísari og dramatikari.
Egi hevur nomið sær útbúgving á m.ø. Århus Teaterakademi, Odin Teatret og Institut for Scenkunst. Hevur luttikið í 7 umførum á raddarskeiði hjá Nadine George, The Voice Studio í Føroyum og London.
Egi hevur dramatiserað (skrivað um til leik) m.a. hesar leikir fyri Grímu: Tornið við heimsins enda eftir William Heinesen, Royndin –variatiónir yvir Nólsoyar Páll,, Móður Sjeystjørna eftir William Heinesen, umframt útileikir á Ólavsøku '91 og '94.
Sum leikstjóri hevur hann bæði leikstjórna fyri Grímu og áhugafeløgum kring landið. Haturfuglar, Brendar Brýr, Móðir Sjeystjørna, Vakurleikadrotningin frá Leane, Gandaferðin (útileikur), umframt mangar aðrar.
Sum leikari í Grímu hevur Egi m.a. havt týðandi leiklutir eitt nú í Kvæðið um Kópakonuna,
Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra, Men størstur er kærleikin, Sjeynda boð: Stjal eitt sindur minni, Dreymur Jóansøkunátt, Krypilin frá Innishman, Fótur í hosu, Erasmus Montanus, Verkætlan Laramie.
Í sjónvarpinum mitt í 80'unum munnu flest børn kenna Ega sum Berint - ein av Dólgunum.

Pallmynd og búnar: Marianna Mørkøre
Marianna hevur nomið sær útbúgving innan móta og sniðgeving á Ravensbourne College of Design & Communication í London. Síðan hon fekk prógv í 2004, hevur hon arbeitt nógv tvørfakliga, og flestu av hennara verkætlanum eru gjørdar í samstarvi við dansarar, fotografar, tónleikarar og sniðgevar. Dømi um video- og filmproduktiónir, sum Marianna hevur verið við at skapa, eru Memotekið, Two One Side, Investigations of a Dog, Fragmented Unison
og The Collar Red.
Marianna hevur luttikið á nógvum listaframsýningum og filmsfestivalum, bæði her heima í Føroyum og ymsastaðni í Europa og USA. Hon hevur fingið virðislønir fyri sítt listarliga virksemi, eitt nú Gávugóðs úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum, Honorable Mention The IFCT 2008 fyri besta stuttfilm (The Collar Red) og Topshop's Media & Design Award, Graduation Fashion Week, London, og harumframt eisini verið innstillað til fleiri virðislønir innan video og film.


Ljóssnið og palsmíð: Árni Baldvinsson úr Íslandi.
Føddur 1952. Árni hevur nógvar og drúgvar royndir innan ljósdesign og ljóssetan. Hann hevur í mong ár arbeitt sum ljósdesignari í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík, eitt nú í leikum so sum Silkitrumman, Amadeus, Grasmaðkurin og mongum, mongum øðrum.
Í íslendsku operuni hevur hann m.a. gjørt ljós til Aida, La Traviata og La Boheme.
Í mong ár hevur Árni havt fast starv sum ljósmaður í íslendska ríkissjónvarpinum.
Í Føroyum hevur Árni Baldvinsson gjørt ljós til nógv stórverk á palli. Nevnast kunnu
Eitt Dukkuheim, Sjeyk, Móðir Sjeystjørna, Á krabbasvalanum, Eitur nakað land Weekend?
Ronja Ránsmannadóttir, Sjóveður, Emil úr Lønnebergi, Nordost, Hár, Í Geyma
o.m.a.

Fremmandur maður: Laurits í Króki (L.Í.K.!), Henrik Nielsen

Framleiðsluleiðari: Gunnvá Zachariasen

Hjálparfólk: Gunvør Hofgaard, Mariann Hansen, Elisabeth Olsen, Rakul Thomsen, Kjartan N. Jespersen, Njál H. Jensen

Myndir: Finnur Justinussen
_____________________________________________

fredag den 12. juni 2009



GRÍMA

við leikinum

PIETÁ

eftir Astrid Saalbach

Frumframførsla 25. Juli 2009.

Ria vaknar tíðliga ein morgun á einum hotell-kamari. Hon hevur dundrandi timburmenn.
Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song?
Ria, sum er ein tilkomin kvinna, hevur í langa tíð liva lívið við fullari ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast – lygnir, sjálvsbedrag, smáar skandalir mynda í dag gerandisdagin hjá Riu.

Hví ikki bara flýggja undan heilt? Hví ikki bara bílleggja sær eina vínfløsku frá morgunstundini?
Og ímynda sær lívið sum tað kundi verið? Kanska saman við hesum fremmanda manni?

“...mítt lív er ein dungi av ruski og lorti, sum eg flúgvi uppi yvir.
Vínið er mínar veingir.”

Pietá, sum er heitið á leikinum, er eitt italskt orð, sum vísir á hugtøkini sorgarvísa, miskunn, guðsótta og bøn um náði.
Pietá er somuleiðis ein listarlig ímynd, oftast ein standmynd, av Mariu Moy syrgjandi við krossfesta Jesus í føvninginum. Ein tann kendasta Pietá myndin er marmorstandmynd eftir Michelangelo í Pæturskirkjuni í Rom.

Birita Mohr fer 25. Juli 2009 á pall við hesum gálgaskemtandi og tragiska leiki.
Birita Mohr er sjálv ímyndin av modernaðari føroyskari leiklist á yrkisstøði. Birita var við til at stovna Grímu í sínari tíð. Birita hevur spælt óteljandi kvinnulagnir, eitt nú

Antigone, Húsið hjá Bernarda Alba, Glataðu Spælimenninar, Móðir Sjeystjørna, Gøtan, Ginusøgur, Krypilin frá Innishman, Eitur nakað land Weekend? Køksdrotningarnar, bert fyri at nevna nakrar.

Birita hevur eisini áður staðið einsamøll á palli í krevjandi kvinnuleikluti – á 1994 tá hon sum Rósa leikti einkonuleikin Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin eftir spaniólan José Luis Martin Descalzo.

Gríma hevur at kalla ligið í dvala síðani Tjóðpallur Føroya varð stovnaður.
Leikurin Pietá er stuðlaður av sokallaða “Triðja beininum” undir Mentamálaráðnum, sum gevur yrkisleikfólki møguleikan at fremja egnar sjónleika-verkætlanir.
Fyrr í ár fekk Birita væl uppiborið Herðaklappið fyri leiklut sín sum russiska konan Olga í leikinum Nordost.


Egi Dam leikstjórnar Pietá.
Marianna Mørkøre skapar pallmyndina.
Árni Baldvinsson skapar ljósið og smíðjar pallin.
Gunnvá Zachariasen er framleiðslustjóri


Pietá verður spældur á Tjóðpalli Føroya
(Meiarínum) frá 25. Juli 2009.